Tað var leygarnáttina klokkan 01.43, at løgreglan steðgaði einum bili, har førarin var ávirkaður av rúsdrekka. Tað vísti seg eisini, at hann hevði rúsevni í bilinum.
Maðurin verður tí bæði skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring og fyri brot á lógina um euforiserandi evni.