Koyrdi á bil við fólki

Ein 40 ára gamal maður á Eiði varð í gjár handtikin fyri at hava koyrt á ein bil við fólki við vilja

Í gjárkvøldið umleið klokkan ellivu fekk løgreglan í Runavík fráboðan um ein tilburð á Eiði. Kona og maður komu heim til húsa í bili og parkeraðu uttanfyri húsini. Ein fullur maður sat í einum lítlum jeepi uttanfyri húsini.
Hann ger ikki mætari enn at bakka á bilin við fólkunum tvær ferðir. Parið boðar løgregluni frá beinanvegin. Kvinnan í bilinum var við barn, og hesum visti maðurin av.
Tá løgreglan kemur á staðið, er maðurin rýmdur av staðnum, men hann verður funnin aftur niðri í bygdini.

Til Havnar
Maðurin var fyrst tikin við á støðina í Runavík og síðani fluttur í klivan í Havn. Hann var ávirkaður av rúsdrekka, tá tilburðurin fór fram.
Maðurin hevði einki koyrikort, og akfarið, sum hann koyrdi í, var heldur ikki skrásett, tí bilurin hevði ongar plátur.
Maðurin verður væntandi skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, fyri at koyra uttan koyrikort og fyri at hava koyrt í einum óskrásettum akfari. Maðurin verður helst eisini ákærdur fyri at hava koyrt á ein bil við tveimum fólkum við vilja.