Venjingar
Líka mikið, hvørt venjingin er ætla til at klænka seg ella til at byggja upp stórar vøddar, so er umráðandi at tilveran uttan fyri venjingarhølini er í samsvar við endamálið við venjingini.
Jana er útbúgvin økonoma, og ofta hjálpir hon eisini teimum, sum venja, at leggja matvanar sínar til rættis. Ikki minst, tá talan er um klænkiskeið, er hetta viðkomandi, men eisini hjá teimum, sum venja nógv, er umráðandi at kosturin er rættur, so tey hava neyðugu orkuna at venja.
- Fyri tað um tú etur sunt, nýtist tað ikki at merkja, at maturin er keðiligur, ella at talan er um ein kur av nøkrum slag, sigur Jana.
- Vilt tú klænka, er kanska neyðugt at broyta onkran óvana, so sum at nýta nógv smør á breyðnum, ella at fáa sær frukt, tá tú hevur hug at eta góðgæti. Aloftast er nóg mikið, at okkurt annað og sunnari verður etið, tá vit vanliga fáa okkum okkurt ábit, sum ikki er so gott fyri vektina, sigur Jana at enda.










