ÚTGÁVA
Kostnaðarlæra, sum Olav Absalonsen, lærari á Føroya Handilsskúla í Havn hevur skrivað, er tann triðja av fýra bókum í virkisbúskapi, sum eru ætlaðar til nýtslu í handilsskúla og øðrum miðnámsskúlum. Í handilsskúlanum er hon ætlað at nýta í undirvísingini í virkisbúskapi í hægri handilsútbúgving.
Innihaldið í bókini er í høvuðsheitum fastur og broytiligur kostnaður, inntøka, marknaður og kostnaðarbýti.
Umframt til undirvísingina í skúlanum er Kostnaðarlæra eisini ætlað til sjálvlestur hjá teimum, sum hava áhuga fyri virkisbúskapi.
Hinar báðar bøkurnar í røðini, sum áður eru komnar út, eru Bókhald og ársrokniskapur eftir Olav Absalonsen og Virkið eftir Heðin Samuelsen, ið kom í fjør.