Kostar okkum nógv í útflutningsvirði

At vit ikki kunnu prógva, at okkara fiskiskapur er burðardyggur, ger, at keyparar ikki vilja betala so nógv fyri fiskin, sum teir annars høvdu gjørt At vit ikki kunnu prógva, at okkara fiskiskapur er burðardyggur, ger, at keyparar ikki vilja betala so nógv fyri fiskin, sum teir annars høvdu gjørt.

Tað varð ávíst á Trapputingi í Miðlahúsinum í kvøld

Og hetta staðfesta eisini fleiri av valevnunum

Bjørt Samuelsen, valevni fyri Tjóðveldi, heildur, at tað er heilt klárt, at vit kundu brúkt tað sum lýsingaátak í sambandi við føroyskan útflutning, at vit hava eina burðardygga veiði. Men tað kunnu vit ikki og tað kemst av, at vit kunnu ikki skjalprógva, at vit eru umhvørvisvinarlig og fiska burðardygg.

Hon sigur, at niðurfiskingin av toskastovninum er besta dømi um, at veiðan er ikki burðardygg

Bjarti Thomsen ásannar eisini, at vit eru ikki í fremstu røð. Hann helt kortini, at vit fiska rættiliga burðardygg, eitt nú tí vit fiska ein stóran part við línu og húki.

Men eitt, sum ger, at vit ikki eru burðardygg, er, at veiðitrýstið er ov stórt.

Hann sigur, at vit merkja tað longu nú, at vørur skulu góðkennast sum burðardyggar og har hava vit trupulleikar og tað.

Óluva Niclasen sigur, at tað er torført hjá okkum at føra okkum fram um heimsins reinasta hav, tá ið vit hugsað um allar oljudálkingarnar, sum eru.

Hon helt, at politikarar hava kanska ikki havt støðufesti til at umsita okkara fiskidagfaskipan nóg væl.

Samstundis gagnnýta vit ikki allan fiskin, men at kalla bara fløkini og tað er eisini ein trupulleik

Og tað vóru fleiri, sum vísti á, at hetta kostar okkum nógv í útflutningsvirði, tí keyparar krevja prógv fyri burðardyggari vinnu og kunnu vit ikki prógva tað, vilja teir ikki betala so nógv, sum teir annars ikki høvdu gjørt