Kostar 60.000 krónur at sleppa olju á sjógv

Tað hevur longu kostað føraranum á einum tangabili 50.000 krónur, at 2400 litrar av olju vórðu sleptir á sjógv í Skopun, men fútin vil hava, at tað skal kosta 10.000 krónur í bót afturat

Hvør hevði ábyrgdina av eini oljudálking, har einir 2400 litrar av olju vórðu sleptir út í Skopunar havn tann 25. Apríl 2006.

Tað er ein spurningur, sum Føroya Rættur nú skal taka støðu til.

Dálkingin hendi, tá ið Strandfaraskipið, Teistin, skuldi bunkra olju hetta aprílkvøldið í Skopun.

Men ístaðin fyri at seta slanguna á inntakið til oljutangan, varð tað sett á inntakið til smyrjioljutangan.

Av tí sama fleyt yvir og einir 2400 litrar runnu á sjógv.

Bæði Strandferðslan og førarin á tangabilinum eru nú ákærd fyri oljudálking og Finn Ougaard, varafúti, sigur við Sosialin, at fær hann viðhald í ákæruni, er siðvenjan, at bótin fyri dálking, sum hesa, er einar 10.000 krónur.

Hvørki Strandferðslan, ella maskinmeistarin og skiparin á Teistanum eru avhoyrd enn og tí skal sakarmálið takast uppaftur seinni.

Tann einasti, sum varð avhoyrdur í hesum umfarinum, var førarin á tangabilinum.

Hann vildi ikki viðurkenna seg sekan, men hann játtaði, at oljan var farin á sjógv undir bunkring.


Tankatoskur

Allir partar eru samdir um, at talan var um eitt óhapp.

Verjin hjá Strandferðsluni kallaði tað enntá ein tankatosk.

Førarin á Tangabilinum greiddi frá, at hann hevði fylt olju á Teistan óteljandi ferðir og at talan var um endaleysa rutinu. Men so legði hann afturat, at tað er akkurát í slíkum endaleysum rutinuarbeiði, at vandin fyri óhappum er størstur.

Førarin á tangabilinum segði, at inntøkini til oljutangan, til smyrjiolutangan og til septiktanganum vóru akkurát sama slag og hartil sótu tey øll lið um lið.

Og tað endaði við, at førarin á tangabilinum setti oljuslanguna á inntakið til smyrjioljutangan í staðin fyri oljutangan.

Førarin á tangabilinum hevði onga forkláring uppá, hvussu hetta kundi henda.

Vanlig mannagongd er, at manning á Teistanum skal vera hjástødd undir bunkring og tað var tað eisini í hesum føri.

Tað var maskinmeistarin, sum var hjástaddur, men førarin á tangabilinum hevði heldur onga forkláring upp á, hví maskinmeistarin á Teistanum, heldur onki varnaðist.

Eitt lítið skelti stendur við hvørt inntakið og sigur, hvat tað er til, men tað ansaði bilførarin heldur ikki eftir.

Men dagin eftir komu teir eftir, at tað var málað út yvir tey.


Fleyt yvir

Tískil var gassoljan latin í skeivan tanga. Ólukkan var vara, at smyrjioljutangin tekur bara einar 600 litrar, meðan gassoljutangin tekur túsundtals litrar, og sostatt var tað rættiliga skjótt, at tað fleyt yvir og oljan rann olja á sjógv.

Førarin á tangabilinum greiddi frá, at teir stóðu og hugdu eftir ávaringini, sum sigur frá, tá ið tangin er við at fyllast og so leingi tað ikki læt í henni, varnaðust teir onki.

Sostatt uppdagaði ongin at nakað, fyrrenn skiparin kom stáleypandi niður av brúnni og rópti á teir um at steðga.

- Fyrst tá uppdagaðu vit, hvat var áfatt, greiddi tangaførarin frá í rættinum.

Men tá vóru longu 2400 litrar farnir á sjógv.

Bæði Strandferðslan og førarin á tangabilinum boðaðu beinanvegin frá oljudálkingini.

Teir hava onkra smávegis útgerð í Skopun at taka olju upp av sjónum við, men tað strekti verri enn so til í hesum føri.

Sostatt máttu teir fáa útgerð úr Havn. Paradoksið er bara, at fyri at fáa útgerðina úr Havn, mátti Teistin loysa og fara eftir henni og tað førdi til, at Teistin dróg oljuna aftan á sær, so at hon spjaddust um eitt stórt øki.

Tað eydnaðist at fáa nakað av oljuni upp.

Rokningin fyri upptakið ljóðaði upp á slakar 50.000 krónur, sum tangaførarin hevur goldið.

Hann greiddi í rættinum frá, at hann betalti sjálvur fyri frið skyld, hóast tan enn ikki er greitt, hvør hevur endaligu ábyrgdina.

Annars er inntakið til smyrjuoljutangan nú broytt, so at tað skal skiftilykil til at fáa tað av.

Les eisini greinina: Føroya Rættur staðfesta skyldina fyri oljudálking