Kostaðu løgregluni 100 milliónir krónur

Stram Kurs hevur kostað løgregluni nógvar pengar, vísir innlit, sum Danmarks Radio hevur fingið.

Løgreglan hevur brúkt 100 milliónir krónur upp á at verja politiskar flokkar frá 1. januar til valdagin 5. juni.

Meginparturin av útreiðslunum standast av Stram Kurs. Tað vísir innlit frá Rigspolitiet, sum DR hevur fingið.

Umleið 78 milliónir krónur eru sambært innlitinum hjá DR farið til lønarútreiðslur, umleið 21 milliónir eru farnar til tað, sum løgreglan lýsir sum serligar veitingar, og umleið tvær milliónir krónur eru farnar til gisting og røkt av løgreglufólki.

– Útreiðslurnar fevna um útreiðslur í sambandi við tiltøk og mótmælisgongur hjá flokkinum Stram Kurs eins og onnur landsumfevnandi løgreglutiltøk í sambandi við fólkatingsvalið, upplýsir Rigspolitiet sambært DR.

– Tað er ikki gjørligt út í æsir at skilja ímillum nýtsluna, sum bara viðvíkur flokkinum Stram Kurs, men Ríkisløgreglan metir, at størsti parturin viðvíkur Stram Kurs, verður sagt.

Til samanbering hevði løgreglan brúkt 41 milliónir krónur frá 1. janar til 29. apríl í sambandi við Paludan-mótmølisgongur. Fyri 7. apríl vóru útreiðslurnar hjá løgregluni seks milliónir krónur.

Tað framgongur ikki úr innlitinum, hví útreiðslurnar eru hækkaðar.

Paludan hevði fleiri mótmælistiltøk í vár. Tey hava ofta snúð seg um, at hann stillar seg at kasta við koranini.

14. apríl elvdi tað til stóran ófrið, tá Rasmus Paludan mótmælti á Blågårds Plads á Nørrebro í Keypmannahavn.

Mótstøðufólk royndu eftir fáar minuttir at leggja á Rasmus Paludan, sum var fluttur burtur við verju.

Claus Oxfeldt, formaður í felagnum hjá løgreglufólki, hevur fyrr sagt, at hann ikki er ovfarin av høgu útreiðslunum hjá løgregluni í sambandi við mótmælini hjá Paludan.

– Tað var eisini tí, at eg fyrr gjørdi vart við, um vit ikki her kunnu tosa um misnýtslu av talifrælsinum, segði Claus Oxfeldt við Ritzau í mai.

 

/ritzau/