Jóansøkudag, sunnudagin 26. juni. klokkan 16, letur summarframsýningin hjá Norðurlandahúsinum upp við dansi og eini fløgu, sum bara verður útgivin í 50 eintøkum.
Í ár hevur framsýningin heitið Kosmisk Sömngångare, og sýnd verða verk hjá listamonnunum Jan Håfström úr Svøríki og Knud Odde úr Danmark.
Framsýningin er karmur um eitt rúm, sum hevur víðan íblástur frá, millum annað, einum klostri í Italia, yrkjarum, heimsspekingum og einum stríðsflogfari frá seinna heimsbardaga.
Rúmið setir spurnartekin við lívið og listina. Sambond verða knýtt, og onnur verða slitin. Har er nærvera og frávera, romantikkur og speisemi, tað hugtunga og tað uggandi, tað objektiva og subjektiva, tað absurda og groteska og tað bleyta og vakra. Í rúminum hvørva mótsetningarnir og fáa nýtt lív, sigur Norðurlandahúsið.
Lisbeth Bonde, danskur listakritikari og blaðkvinna, letur Summarframsýningina upp og har verður eisini dansur, sum svenski koreografurin, Lotta Melin, skipar fyri. Tónleikin til sýningina hevur Knud Odde skrivað.
Í sambandi við sýningina hendur tað forvitnisliga, at Knud Odde eisini gevur út eina EP-plátu við trimum verkum. Á EP-plátuni, sum verður útgivin í 50 eintøkum, er eitt tónaverk, sum hevur íblástur frá eini føroyskari fólkavísu, og eitt verk við útseting fyri bass, cello og guitar av tónaverkinum "Tórgerð" hjá Øssuri Johannesen frá 1996.
Húsin er ein linoliumsskurður í trimum litum, sum er prentaður hjá Steinprent í Havn.