Kortanei til at inn flyta seyð

Av ótta fyri fremmandum sjúkum loyvir Landsdjóralæknin ikki nøkrum at innflyta seyð, neyt, geitir og lamur

Fyri eini viku síðan bórust tey tíðindi, at ein nýggj seyðasótt varð staðfest í Hollandi og Belgia. Sóttin hevur við sær vanskapt lomb, og í Danmark verur fylgt væl við, at sóttin ikki kemur inn í landið.
Um Landsdjóralæknin heldur fast við sína støðu, skuldi eingin vandi verið fyri, at sóttin kemur til Føroya.
- Sum meginregla er sambært ES-reglum loyvt at innflyta sey og onnur kríatúr, men tað ber til at nokta tí, um vandi kann vera fyri sjúkum, og tað er tað, tí í hinum londunum eru fleiri djórasjúkur vanligar, men hesar eru ókendar í Føroyum, sigur Birna Mørkøre, landsdjóralækni.
Í 60-árunum varð seyður innfluttur m.a. úr Skotlandi, og seinni eru komnar geitir, lamurog neyt til landið.
- Men fyri at verja hava vit valt at nokta innflutningi av hesum kríatúrum. Nakrar umsóknir komu, vit sýttu og hava síðan einki hoyrt aftur, sigur Birna Mørkøre.
Jústinus Olsen, djóralækni er púra samdur.
- Um vit bara lata vera við at innflyta seyð, koma ikki slíkar sóttir til landið. Tað er eisini óneyðugt, tí tey sum fegn vilja hava kríatúr til landið, ætla tað bara til stuttleikar. Tað hevur einki við vinnu at gera, sigur Jústines Olsen.