Korona: Vit eru langt frá at fáa slætt borð

Pál Weihe stúrir fyri at støðan fer ikki at batna av álvara fyrrenn um eitt hálvt ár, ella so

Korona herjar landið og tað verða nógv fólk smittað hvønn einasta dag. Hóast smittutilburðirnir, sum heild, eru fækkaðir, verða nógv fólk smittað um dagin og seinastu tølini eru fyri mánadagin og tá vóru yvir 50 tilburðir.

 

Vit eru ikki nær í námind av at verða í eini støðu, har kunnu binda frið, sigur Pál Weihe, ráðgevari í koronu.

 

Hann sigur, at tað, sum bjargar okkum í hesum døgum, er tað, at nógv fólk eru koppsett, tí tað svitast ikki, at tey, sum eru koppsett, smitta verri enn so líka illa sum fólk, ið ikki eru koppsett. Fólk, sum eru koppsett, verða heldur ikki líka sjúk, sum tey, ið ikki eru koppsett.

 

Umframt koppsetingin ræður um at fólk lata seg kanna fyri koronu, og tað bæði ofta og títt, tí fólk kunnu verða smittað, uttan at vita av tí, og uttan at vænta tað, so lata fólk seg kannað, kann tað eydnast at sløkkja nakrar eldar, so hvørt teir taka seg upp.

 

Í miðal gongur tað einar fýra, fimm dagar frá tí, at ein hevur fingið smittuna, til sjúkuteknini vísa seg, men tað kunnu eisini ganga heilt upp í tíggju dagar.

 

Pál Weihe sigur, at hann heldur seg til tilmælini frá landsstýrinum og tey eru, at hava fólk koronupass, kunnu 150 fólk samlast. Men Pál Weihe heldur, at tað skaðar avgjørt ikki at tryggja sær koronupass, tá ið færri fólk skulu samlast.

 

Pál Weihe heldur, at tað er ov tíðliga at siga um tilmælini frá landsstýrinum fara at muna.

 

Annars heldur hann, at nú kunnu vit síggja tíðina ann í eina tíð, men batnar støðan ikki táið hesin mánaðurin er av, kunnu vit umhugsa støðuna og taka støðu til, um hetta er nóg mikið. Men tað er ein politiskur spurningur, leggur hann afturat.

 

Hann heldur, at eydnast tað at koma niður á slætt, táið vit koma inn í jólamánaðin, skulu vit vera fegin.

 

Men vit eiga undir øllum umstøðum, at hugsa okkum um og ikki fara í mannamúgvur óneyðugt. Hann mælir ikki frá at hava veitslur, men tað er altíð hent at hava koronupass, tí smáar mannamúgvur kunnu eisini verða smittubumbur, heldur hann. Tann einasti logiski mátin er at minka um sosiala samveru, uttan at gera lívið alt for súrt.

 

Tíbetur eru vit ikk eini

 

Men í samrøðu við FM1 nú á miðdegi, segði hann, hann væntar ikki, at korona fer at sleppa takinum, fyrrenn tað aftur fer at vára  Smittan hevur serliga góð kor hesa myrku tíðina, nú vit eru so nógv saman, men tá ið tað fer at vára, og vit eru meiri uttandura, minkar smittuvandin munandi – og tá eru eisini fleiri koppsett enn tey eru nú, og hann væntar, at tað ferð at forða fyri smittuspjaðingini so at vit fáa eitt summar, ið líkist tí í fjør, tá ið vit vóru smittufrí rættiliga leingi.