Í gjár kunngjørdi B36, at ein persónur í leiðarabólkinum er staðfestur positivur fyri koronasmittuna. Hetta kann fáa ávirkan á Europa League dystin móti St Joseph’s á Gibraltar.
Les eisini: Korona staðfest í hópinum hjá B36
Tað vísur hvørtfall eitt dømi úr Kosovo. Har hava tveir spælarar á liðnum KF Drita fingið staðfest koronasmittuna. Tí er dysturin í undanumfarinum til undankappingina til bólkaspælið í Champions League fyribils útsettur, meðan evropesiska fótbóltssamgongan skal taka eina avgerð um hvat nú skal henda.
Her var talan um ein spælarar, sum fyrst hevði eina negativa test at vísa á, men seinni vísti ein nýggj test, at hann hevði Covid-19 smittuna. Seinni fekk ein annar spælari hjá KF Drita staðfest smittuna.
Nú er allur hópurin hjá KF Drita í sóttarhaldi. Nýggja reglugerðin hjá UEFA sigur, at undanumfarið til undankappingina skal verða avgreitt áðrenn 14. august. Sostatt skal dysturin sambært reglugerðini spælast í seinasta lagi fríggjadagin. Fyri B36 er galdandi, at dysturin skal spælast áðrenn 22. august.











