Korona: Skeinkistað í Havn skuldi skipa fyri tiltaki - nú er tað avlýst

Landsstýrismaðurin í heilsumálum vónar ikki, at tann góða støðan, vit eru í, verður sett í vanda

 

Eg vóni ikki, at nakar setir ta góðu støðu, vit eru í, í vanda. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Fríggjakvøldið, og leygarnáttina, skipar skeinkistaðið, Luux, í Havn fyri tiltaki, har danski tónleikarin, Gulddreng, og føroysku tónleikarin, Janus Wiberg, syngja og spæla. Tey gera nógv burtur úr at lýsa við tiltakinum og bjóða fólki til eitt gott kvøld.

Í eini roynd at forða fyri at korona fer at breiða seg, er tað eitt ítøkiligt tilmæli frá landsstýrinum, at tað skulu, í mesta lagi, vera 20 fólk saman í veitslulagi. Tað verður eisini mælt frá at savnast í óskipaðum bólkum við fleiri enn 20 fólkum.

Harafturat er tað er eisini eitt tilmæli, at fólk, í størstan mun, bara eru saman við teimum nærmastu og teimum, sum tey plaga at vera saman við. Og somuleiðis verður mælt til, at øll størri tiltøk so sum festivalar, ítróttastevnur og aðrar stórar veitslur, fyribils verða útsettar ella avlýstar.

Tey í Luux gera tey vart við, at í sambandi við koronu, er talið á atgongumerkjum avmarkað. Vit hava gjørt fleiri royndir í morgun at fáa eina viðmerking frá eigaranum um, hvussu tey ætla at tryggja, at tilmælini í sambandi við korona, verður hildið. Me tað hevur ikki eydnast, so vit vita ikki akkurát, hvussu avmarkað atgongdin verður, men tað er í hvussu so er ikki væntandi, at tað verða færri enn 20 fólk, sum sleppa inn.

Kaj Leo Holm Johannesen hevur ikki nakra viðmerking til hetta ítøkiliga tiltakið. Men hann minnir á, at myndugleikarnir hava nøkur ítøkilig tilmæli og tey tilmælini eiga at verða tikin til eftirtektar, sigur hann.

– Vit eru í eini góðari støðu, og eg vóni ikki at nakar setir tað í vanda við ikki at fylgja teimum timælum, sum eru, sigur hann.

– Tað eru so nógv, sum hava arbeitt ómetaliga hart fyri at støðan í Føroyum skal vera so góð, sum hon er nú og eg vóni ikki, at nakar setir ta støðuna í vanda, nú vit eru í sluttspurtinum, áðrenn øll eru koppsett, sigur landsstýrismaðurin.

DAGFØRING: Umboð fyri Luux siga beint nú, at tiltakið er avlýst. Tey høvdu ikki hugsað seg nóg væl um, tá ið tiltakið varð lýst, men nú tey eru komin eftir, at tað ikki ber til at halda tilmælini, er tiltakið avlýst.