Korona og sosial samvera: Hetta kanst tú

Torført kann vera at navigera í, hvat vit kunnu og ikki hesar dagar, tey flestu sakna vinir, familju ella starvsfelagar. Her er eitt lætt yvirlit

Hetta kanst tú gera, givið at eingin tykkara er sjúkur:

  • Ganga ein túr saman við onkrum, sum tú ert góður við – minst bara til frástøðuna, og goym klemmini til seinni, tá virusið er farið framvið.
  • Klemma tey, sum tú býrt saman við - til dømis maka og børn.

 

Hetta kanst tú gera, um børnini eru frísk

  • Tak børnini við á spæliplássið, so tilmælini um frástøðu verða hildin.
  • Børnini kunnu gott spæla við onnur børn. Viðmælt er tó, at so fá børn sum til ber spæla saman í senn, og at tey ikki skifta ímillum fleiri vinir. Best er, um tey spæla uttandura. Minst til at vaska og spritta smáu hendurnar javnan.

 

Býrt tú einsamøll ella einsamallur, so ber til at:

  • Tosa ella skriva saman við familju og vinir á Messenger.
  • Tosa í telefon – manglar tú onkran at tosa við ella stúrir um eitthvørt, so ber millum annað til at ringja til prest ella Reyðakross, sum hevur eina koronalinju við sálarfrøðingum, ið leggja lurtandi oyra til.
  • Skriva postkort ella brøv
  • Vera saman við øðrum – við frástøðu

 

Lat vera við hesum hóast tú ert frísk/ur

  • At hittast í stórum bólkum.
  • Klemma tey, ið tú ikki býrt saman við.
  • Taka í hondina ella kyssa kjálkan á fólki.
  • Koma nærri fólki enn viðmæltu ein til tveir metrarnar.

 

Kelda: Samvirke.dk