Næmingar á heilsuskúlanum í Suðuroy fara nú at hjálpa til í stríðnum ímóti korona.
Næmingarnir á heilsuskúlanum eru heima og fáa fjarundirvísing. Men í hesum sambandi hava næmingar, ið læra til heilsuhjálpara og heilsurøktara, fingið áheitan frá eldarøkjunum og heilsuverkinum um at taka vaktir, ímeðan teir eru heima.
Støðan í samfelagnum er heilt serlig í løtuni og mentamálaráðið hevur góðtikið hetta, sigur Jórun Petersen, leiðari á heilsuskúlanum.
Hon sigur, at í løtuni eru 70 næmingar úr øllum landinum undir útbúgving á skúlanum. Í dag hava teir fingið fyrispurning frá eldraøkinum í Tórshavnar Kommunu um at taka vaktir fyri at lætta um hjá verandi starvsfólki. Men
onnur øki í landinum hava eisini víst á, at tørvur er á hesum, sigur Jórun Petersen.
Hon sigur, at fjarundirvísingin á Heilsuskúlanum verður lagað til soleiðis, at hetta er gjørligt.
– Støðan verður tikin upp og eftirmett dagliga fyri at tryggja, at næmingarnir eisini fáa nøktandi læring í teirra útbúgvingum, sigur hon.