Korona hevur verið gott fyri okkum

Úrslitið er, at eigararnir fáa 14 milliónir í vinningsbýti

Tað er ikki yvir at dylja, at korona hevur verið gott fyri okkum. Tað sigur Niels Mortensen stjóri í SMS í tíðindunum á FM1 í dag.

Í morgun kundi vit staðfesta her á info, at árið í fjør var tað besta árið hjá SMS nakrantíð, tí tey høvdu heili 32 milliónir í avlopi, eftir skatt.

LES MEIRI HER: SMS hevði besta úrslit nakrantíð – hóast koronutíðir

Stjórin í SMS sigur við FM1, at korona hevur verið gott fyri raksturin hjá SMS, eins og tað hevur verið gott fyri handilsvinnuna, sum heild.

Nógv fólk vórðu send heim í fleiri vikur, og matstovur vórðu stongdar, so fólk fóru at gera mat heima, og at fáast við annað ítriv heima- og nógv brúktu tíðina til at gera ymsar ábøtur, sum lógu á láni.

Og alt hetta hevur ført við sær, at hóast korona hevur verið ein sera óvælkomin gestur, fekk tað handilsvinnuna at blóma.  

Trýst á pílin undir myndini og hoyr stjóran í SMS greiða frá á FM1.