Korona: Hann fær pengarnar hann hevur biðið um

Tað varð einmælt samtykt í morgun

Tað er nú greitt, at Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, fær meiri pengar til taks í royndunum at forða fyri, at koronasmittan skal breiða seg ótálmað.

Hósdagin sendi hann fíggjarnevndini hjá Løgtinginum umbøn um eina eykajáttan upp á 2,3 milliónir krónur, sum skulu brúkast í stríðnum ímóti korona, ella til epidemitilbúgving, sum tað eitur í umbønini.

Les meiri her: Biður um 2,3 milliónir til stríðið ímóti korona

Hann sigur, at tað er ilt at meta um, hvussu nógv hetta fer at kosta, men fyribils hevur hann so biðið um 1,7 milliónir til gisting og mat til fólk í sóttarhaldi og 600.000 krónur, sum skulu brúkast til at skipa arbeiði, til hjálp frá serfrøðingum, til serflutning og annað í tí sambandi

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið í morgun og har varð einmælt samtykt at taka undir við umbønini

Men fíggjarnevndin vísir samstundis á, at talan er um nýggja høvuðskontu, og tí eigur landsstýrismaðurin at umhugsa at brúka eitt føroyskt heiti til høvuðskontuna ístaðin fyri at brúka orðið »Epidemitilbúgving«.