Korona gav Heðini nýggjan møguleika

1. DEILD: Royndi venjarin varð forðaður í at fara av landinum, og so tók hann av tilboði úr Vágum

Fjórða umfar í næstbestu fótbóltsdeildini er ídag. Sera áhugaverdur dystur verður á Dungasandi í Sørvági, har 07 Vestur fær vitjan av B68. Hesi bæði liðini eru saman við B71 og FC Hoyvík tey einastu, sum hava møguleika at flyta upp.

Heðin Askham er venjari hjá 07 Vestur. Tað var hann ikki, tá ið 07 Vestur í fyrsta umfari var partur av 1-1 dysti á Sandi. Hetta var 7. mars. Áðrenn tað fyri tveimum vikum síðani varð farið undir aftur fótbóltskappingina avloysti Heðin Askham norska Julian Madsen sum venjari hjá 07 Vestur:

-Ætlanin var ikki at vera venjari í ár, tí tað vóru fleiri arbeiðsuppgávur uttanlands á skránni. Korona forðaði fyri at fara av landinum, og tá ið so tilboðið kom um at vera venjari hjá 07 Vestur, so tók eg av, greiðir Heðin Askham frá.

07 Vestur hevur ferðast nógv millum bestu og næstbestu deildina. Er ætlanin framvegis at vinna pláss í bestu deildini?

-Í 07 Vestur er ætlanin at flyta upp. Eg eri ovfarin av umstøðunum í felagnum. Har eru nógvar eldsálir, og har eru evnaríkir ungir spælarar, og so eru fleiri spælarar, ið eru uppaldir har vesturi, nú í feløgum í høvuðsstaðnum. Arbeiðið snýr seg um at búna lið at standa seg í fremstu røð. Um tað verður í ár ella næsta ár, fáa vit at síggja, men vit arbeiða fyri søkini, sigur 07 Vestur venjarin Heðin Askham.

Úrtøkan hjá 07 Vestur higartil er 3 stig í trimum javnleikum – 1-1 á Sandi, 1-1 í Leirvík og so síðsta leygardag 3-3 á heimavølli ímóti HB, sum eftir fyrra hálvleik var frammanfyri 3-0.

Hvussu verður ímóti B68?

-Tað er ógjørligt at siga. Eg havi hugt eftir fleiri dystum hesar báðar seinastu vikurnar, og enn eru liðini ógvuliga jøvn. Tey taka øll stig frá hvørjum øðrum, so tað kann fara allar vegir, sigur Heðin Askham.

 

4. umfar

NSÍ – KÍ: Alex Troleis kl. 17.00

07 Vestur – B68: Rani A. Skaalum kl. 15.00

FC Hoyvík – AB: Jón Ꝧór Baldvinsson kl. 16.00

HB – Víkingur: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 16.00

B36 – B71: Stephan Petursson kl. 13.00

 

Víkingur

3

2

1

0

8

4

7

B68

3

2

1

0

6

2

7

B36

3

2

0

1

4

3

6

B71

3

1

2

0

4

2

5

3

1

1

1

5

4

4

NSÍ

3

1

1

1

6

6

4

07 Vestur

3

0

3

0

5

5

3

HB

3

0

2

1

4

6

2

FC Hoyvík

3

0

1

2

3

8

1

AB

3

0

0

3

1

6

0

Máltindurin

Andri Benjaminsen

B68

3

Óla Kristian Jacobsen

Víkingur

3

Rani Hansen

Víkingur

3