Korona hevur rakt flogferðsluna hart og tá ið korona legði alt lamið frá degi til dags fyri einum sløkum ári síðani, helt mest sum alt virksemið á flogvøllinum í Vágum eisini uppat. Í langa tíð var mestsum bara talan um flúgving við sjúklingum og í øðrum neyðsynjarørindum, men í fjør kom gongd á aftur so spakuliga.
Men stjórin í Vága Floghavni, Regin I. Jakobsen, sigur í tíðindaskrivi í dag, at hóast gongd er komin á aftur, er langt eftir á mál, áðrenn tey koma upp á sama ferðafólkatal sum í 2019. Í 2020 ferðaðust bara 179.778 ferðafólk um flogvøllin í Vágum og tað eru 576 prosent minni enn í 2019. Sostatt var ferðafólkatalið áleið tað sam sum tað var í 2004 og 2005.
Men í fjør var ferðafólkatalið so aftur komið upp á 239.086 ferðafólk og tað er framvegis 43,6 prosent minni enn í 2019. Tí kann tað ikki sigast annað, enn at korona framvegis avmarkar virksemið hjá Vága Floghavn í ógvuliga stóran mun, sigur Regin I. Jakobsen. Hann leggur afturat, at árið í fjør kann býtast í tvey har tað var ógvuliga deydligt fyrra hálvár, men seinna hálvár í fjør var munandi frægari.
– Í oktober var ferðafólkatalið yvir 90 prosent av tí tað var í 2019 og tað er sjálvandi rættiliga gott, sigur hann.
##med2##
Sum sæst á myndini fullu ferðafólkatølini nakað aftur í november og desember, og nú omikron herjar víða hvar, er ikki væntandi, at flogferðslan kemur fyri seg aftur hesar næstu mánaðirnar, sigur stjórin á Vága Floghavn. Hann sigur, at sum útlitini eru í løtuni, vænta tey, at tað verður ógvuliga smáligt við flogferðslu teir fyrstu mánaðirnar í ár, men tey hava kortini rættiliga góðar vónir fyri summarinum.
– Satt at siga rokni eg við, at summarið í ár fer at líkjast summarinum í 2019”, sigur Regin I. Jakobsen.