Korona: Eingin nýggjur tilburður

Eingin nýggjur tilburður av koronusmittu varð staðfestur í gjár

Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

415 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 250.852 kanningar.

663 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 661 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni er ein persónur smittaður.