Korona: 62 tilburðir í gjár

Í løtuni eru 502 fólk smittað við covid-19

Í gjár vóru 62 nýggir tilburðir av covid-19 staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

 

Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.

 

3359 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 502 smittað, og 7 eru innløgd við koronu í Føroyum.