Í bókabúðirnar eru komin tvey stórfingin bókaverk, ið forlagið Føroyskt Kirkjumál hevur givið út. Forlagið varð stovnað í tríatiárunum og hevur til endamáls at geva út bøkur við kirkjuligum endamáli.
Í samband við bókaútgávurnar var samkoma hósdagin, har bøkurnar vórðu lagdar fram Onnur bókin er stórhending í sjálvum sær. Hon hevur verið longi á veg, men tað er eisini stórarbeiði, ið liggur aftanfyri.
Á heysti 1992 settust teir báðir Knút Olsen og Zacharias Sørensen at leggja til rættis lagasavn til alla sálmabókina og nu fyriliggur Sálmaløg Føroya Kirkju, eisini nevnd Koralbókin.
Bjarni Bæk, dómpróstur og harvið formaður fyri forlagnum Føroyskt Kirkjumál, segði í samband við bókaútgávurnar, at Knút Olsen og Zacharias Sørensen her hava framt rættiligt pionerarbeiði. Tørvur hevur verið á, tí áður hevur t.d. Den Danske Koralbog verið nýtt, umframt ymisk hefti, ið hava verið givin út og sum víst hevur verið til.
Í fororðinum siga Knút og Zacharias m.a., at tørvur hevur verið á lagasavnið til løgini í sálmabókini, ið kundi miðsavna føroyskan sálmasong og gera tað sjálvsagt og lættari at brúka føroysk sálmaløg. Teir hava kannað, hvussu slíkar bøkur eru lagdar tilrættis í øðrum londum og hava sett sær nakrar meginreglur. M.a. skulu øll løg, sum vanliga verða sungin í kirkjum okkara, vera í bókini, uppruna satsirnir skulu nýtast, um til ber, og øll nýtilig føroysk sálmaløg hava framíhjárætt.
Ymiskt hevur verið, hvussu hevur gingist at finna upprunaløg. Onktíð endaði leitingin í blindum.
Í bókini eru í alt 453 løg. Harav eru 93 føroysk. Gomul føroysk sálmaløg telja 36, tey yngru 56. Hans Jacob Højgaard eigur 16, Knút Olsen 11 og Sámal Petersen 5 løg. Í 236 førum er talan um sama stev. Tað merkir, at sama lag kann nýtast í fleiri førum.
Teir báðir hava ikki lagt seg eftir at verið nýskapandi, men hava lagt seg eftir at nýta tilfarið, ið verður nýtt kring landið.
Eitt, ið mangan hevur gjørt tað trupult at spælt føroysk sálmaløg er, at talan oftast hevur verið um kórsatsir og ikki nótar at leika urgu eftir, men við nýggju bókini er vunnið á hesum trupulleika hjá urguleikarum.
Knút og Zacharias hava fingið hjálp frá fólki og urguleikarum kring landið. Serliga hava teir hug at nevna Hera Eysturlíð, ið hevur hugt alt ígjøgnum og snøggað. Hans Erland í Brekkunum hevur bólkað eftir stevi og Oddvør Johansen spælt ígøgnum, tá talan hevur verið um at royndarsyngja.
Her hevur t.d. verið talan um, at roynt hevur verið at sett løgini einar tveir tónar niður, tí fólk ofta hava gramt seg um, at kirkjusongurin er ov høgur. Tað vísti seg tó, at løgini mátti setast ein til tveir tónar uppaftur, tí annars gjørdist ov lágt.
Bjarni Bæk legði á samkomuni hósdagin dent á, at eingin sigur, at Den Danske Koralbog nú skal leggjast burtur. Tað stendur øllum frítt at brúka nýggju bókina, ella ikki.
Hann nevndi eisini, at hóast teir nú hava havt evstamark í eini 2 ár, so er at fegnast um, at bókin kemur nú, ið tað verður hátíðarhildið, at fólk hava hildið guðstænastur í 1000 ár.
Í samband við nýggju koralbókina, er alt arbeiðið gjørt í Føroyum. Hon kom í bókabúðirnar nakað eftir páskir og er prentað í 800 eintøkum.
Trúarjáttanir
Umframt Koralbókina, so er onnur bók eisini komin frá Føroyskt Kirkjumál.
Talan er um bókina Trúarjáttan føroysku fólkakirkjunnar.
Hans Jacob Joensen, bispur, hevur latið týðingina úr hondum og hann sigur í formælinum, at óivað hava fleiri saknað, at tær skriftir, ið eru bindandi fyri trúgv og læru fólkakirkjunnar, ikki eru á føroyskum máli.
Í bókini eru tær sonevndu vanligu ella samkirkjuligu trúarjáttanirnar, Augsburgska trúarjáttanin og Lítla Katekismus hjá Dr, Martin Luther.
Hans Jacob Joensen takkar í formælinum Regini Dahl fyri loyvi at læna týðing faðir hansara, Jákup Dahl, av Ápostólsku trúarjáttanini og Lítlu Katekismus.
Bjarni Bæk segði í samband við bókaútgávuna, at dentur hevur verið lagdur á at fáa bókina út í ár. Talan er um guðstænastutekstir og hann helt eisini vera náttúrligt, at kirkjan hevur sítt grundarlag á egnum máli.
Hans Jacob Joensen segði, at hetta er hansara fyrsta týðing og at ikki altíð er lætt at týða, tí okkum vantar ofta heiti á føroyskum. Sum vanligt er hjá kirkjuni, verður týtt úr frum- ella upprunamálunum.tta í umsókn mínari, tí eg vildi ikki gera fokus á trupulleikan.
? At tað júst gjørdist Lorry, sum eg fór í starvsvenjing hjá, vóru fleiri orsøkir til. Loyvt er at søkja á fýra starvspláss, og eg var somikið heppin, at fáa positivt svar frá øllum teirra.
? Eg valdi tó Lorry, tí at síggja til, var hetta staðið, har eg roknaði við at sleppa at takast við flestar lutir. Áðrenn eg tók mína avgerð, var eg á vitjan á teimum fýra støðunum, og hóast fleiri vóru eitt sindur trek við at greiða frá arbeiði sínum, so helt eg fast um, at eg mátti vita, hvat tey kundu bjóða mær.
? Sjálv setanin var nóg so stuttligt, og eisini eitt sindur spennandi, tí mær stóð eisini í boði at sleppa á donsku TV-avísina. Eg var inni til samrøðu hjá teimum, og eftir hesa bóðu tey meg bíða uttan fyri hurðina í einar fimm minuttir. Eg gjørdi tó skjótt av, tí meðan tey innanfyri hurðina gjørdu av, um eg skuldi vera hjá teimum, skundaði eg mær yvir til Lorry, orsakað at soleiðis kom rennandi inn, og segði teimum frá, at eg vildi sleppa í starvsvenjing har.
? Viðkomandi, sum eg tosaði við, játtaði hesum, hóast hann ikki hevði lisið umsókn mína, men hann segði seg hava tó hava hoyrt um samrøðuna, sum eg hevði havt við ein av starvsfeløgum hansara.
Gerandisdagurin
Hvussu gongur so ein vanligur arbeiðsdagur á eini slíkari sjónvarpsstøð?
? Arbeiðsdagurin gongur á tann hátt, at møtt verður til arbeiðis um níggju tíðina, tá vit beinanvegin hava ein redaktiónsfund, har avgjørt verður, hvørji evni skulu viðgerast í tíðindasendingini tað kvøldið.
? Har tosað vit vanliga um tey evni, sum hava verið viðgjørt í fjølmiðlunum dagin fyri, og kanska serliga, hvørji evni bløðini hava viðgjørt. Eg havi tað aloftast soleiðis, at eg lesið Berlingaran á veg til arbeiðis, meðan eg siti í bussinum.
? Starvsfólkini eru at kalla býtt upp í fleiri bólkar, har onkur tekur sær av meira bleytum tilfari, onkur fer snøgt sagt við einum kamera, men sjálv havi eg valt at vera við til at gera tíðindasendingar, har vit fyri tað mesta gera dagsaktuelt tilfar.
?Tá komið er til arbeiðis, so koyrir tað bara við fullari ferð. Tíðindafólkini gera neyðugu avtalurnar, hvønn vit skulu tosa við o.s.fr., og so um ellivu tíðina kemur kameramaðurin til arbeiðis.
? Ein stórur partur av arbeiðinum er eisini at fáa orð og myndir at passa saman, tí sjálvur tíðindastubbin varar aloftast ikki meira enn nakrar heilt fáar minuttir, so tað ræður um at bera boðskapin stutt og greitt fram.
Tórun greiðir annars frá, at ein lutur, sum ofta kann gerast ein trupulleiki er, at fólk ikki kenna seg trygg við at standa framman fyri upptøkutólinum.
- Tá ræður kanska um at fáa tey at kenna seg trygg við tí arbeiði, sum eg geri, eftir at eg havi tosað við tey, men tað er heldur ikki altíð at hetta ber til. Er tað t.d. ein persónur, sum hevur fingið harðar ákoyringar, so ræður jú at fáa hann at svara teimum skuldsetingum, sum eru settar fram móti honum. Hinvegin eru so sjálvandi eisini onnur fólk, sum tú nærum ikki fært steðga. Serliga politikkarar og onnur, sum eru von við at vera í fokus. Aloftast hava tey ein boðskap, sum tey vilja hava út, og so er meira ella minni líkamikið, hvørjar spurningar tú setir fram.
Vil sleppa at gera mun
Upplivingarnar, sum hon hevur fingið innan yrki higartil eru sjálvandi nógvar. M.a. tá hon og ein starvsfelagið í Sjónvarpinum sum einastu fjølmiðlafólk fingu loyvi at gera samrøðu við krúnprinsin á Føroyaferð hansara. Esini nevnir hon eitt dømi um, tá ein føroyingur, sum var loðsur í Keypmannahavn ikki vildi tosa við nakað umboð fyri fjølmiðlarnar, men eftir at hava fingið bræv á føroyskum frá Tórun skifti hugsan.
Tá tosið fellur inn á framtíðina, er ikki líkt til, Tórun longu hevur gjørt upp við seg sjálva, júst hvat hon ætlar sær at gera.
Fyri fyrst hevur hon í øllum førum sett sær fyri at gera skúlagongdina lidna. Starvsvenjingin endar 1. februar, og so skal hon aftur til Århus.
- Eg kundi væl hugsað mær at verið við til at gjørt eina rættuliga dokumentarsending. Eina sending, har man veruliga hevur tíð til at kanna alt tað, sum liggur aftanfyri ávísa evnið.
? Tað at arbeiða við dagligum tíðindaflutningin er sjálvandi øgiliga spennandi, tí tú fært so nógv við av tí, sum gongur fyri seg í samfelagnum.
? Hinvegin er hetta jú ikki annað enn at bera boð víðari, og dreymurin er at kunna gera eina sending, har eg veruliga merki, at mítt arbeiði hevur gjørt mun í tilveruni hjá fólki.