Í nógv ár hevur verið bíðað eftir einum koppingarevni ímóti krabbameini og tá tað fyrsta av slagnum nú endiliga er komið á marknaðin, vildi tað verið stórt spell, um vit, vegna sparingar, ikki gjørdu brúk av tí.
Illa fyrireikað uppskot
Nevnda uppskotið er eitt uppskot til samtyktar, sum biður løgtingið heita á landsstýrið, um at gera eitt nýtt uppskot um neyðugar lógarbroytingar, sum skulu gera tað møguligt at geva ungum gentum tilboð um ókeypis koppseting móti lívmóðurhálskrabba.
Men hvørjar lógarbroytingar skal landsstýrið gera? Tað finst eingin lóg, sum forðar fyri ókeypis koppseting móti lívmóðurhálskrabba. Tað einasta sum skal til, er ein játtan á fíggjarlógini, og ein kunngerð frá landsstýrismanninum. Tí gevur tað onga meining at løgtingið samtykkir at heita á landsstýrið, um at gera neyðugar lógarbroytingar - tá ongar lógarbroytingar eru neyðugar.
Tað sum skal til, er ein játtan á fíggjarlógini, og hana kunnu vit fáa til vega, tá fíggjarlógin kemur til aðru- ella triðju viðgerð. Men aftur her: Tað mangla pengar, millum annað tí at tríggjar milliardir eru tveittar burtur. Tað skuldi gera føroyingar meira frælsar. - Hvar er nú hatta frælsið?










