Kopartjóvar ræna kirkjugarðar

Eftirspurningurin eftir kopari er stórur, og tað hevur gjørt, at í eitt nú Danmark hava tjóvar stolið koparleiðingar frá millum annað elfeløgum og byggiplássum. Men nú eru teir eisini farnir at stjala bronsulutir í kirkjugørðum, tí tað ber til at fáa nógv kopar burtur úr bronsu.

Við hamara og kúbeini stjala teir smáar standmyndir úr bronsu, sum standa á gravsteinunum. Starvsfólk á Vestre Kirkegård í Keypmannahavn siga við blaðið, at har vórðu fimm lutir stolnir í síðstu viku, og á kirkjugarðinum við Dronninglund Kirke hava tjóvar stolið lutir av ikki færri enn 116 gravsteinum og gravum.

Í Dronninglund hava tjóvarnir eisini stolið tvær dýrar og tungar kirkjuklokkur.