Konurnar kunnu vænta sær gávukort

Nógvar føroyskar konur kunnu rokna við at fáa gávukort til vakurleika- og vælverustovur, tá jólagávurnar verða pakkaðar upp jólaaftan.

 

Nógvar føroyskar konur kunnu rokna við at fáa gávukort til vakurleika- og vælverustovur, tá jólagávurnar verða pakkaðar upp jólaaftan.

 

 

 

Sum heild verða fleiri og fleiri gávukort keypt at lata sum jólagávur, og hjá vakurleika- og vælverustovunum eru gávukortini eisini tann jólagávan, sum verður nógv mest seld.

 

 

 

Bæði hjá Ergo Vælveru og Cosmeto siga tey, at gávukortini hjá teimum eru sera væl umtókt, tá jólagávur skulu keypast til konurnar.

 

 

 

Hjá báðum vakurleika- og vælverustovunum hava nógvir menn verið á gátt og keypt gávukort til konurnar. Felags fyri teir flestu er, at teir keypa gávukortini beint upp undir jól.

 

 

 

Tveir teir síðstu dagarnar undan jólum koma teir kropp á kroppi inn á vælverustovurnar at keypa konunum gávukort.

 

 

 

Nógvir velja eina upphædd, og so kann tann, sum fær gávukortið gera av, hvat tað skal brúkast til. Tað eru kortini eisini nakrir menn, sum velja eitt gávukort til eina ávísa viðgerð á vakurleika- og vælverustovunum.