Ein kanning hjá YouGov vísir, at Konservativi flokkurin í Bretlandi fær 45 prosent, meðan Labour fær 34 prosent.
Ein kanning fyri tjóðartingsvalið í Bretlandi hósdagin vísir, at Konservativi stjórnarflokkurin hjá Theresu May fær 305 sessir í undirhúsinum.
Harvið vantar flokkinum 21 sessir til tess at vinnan reinan meiriluta, vísir kanningin hjá YouGov.
Sambært kanningini fær Labour 268 sessir. Tað eru 650 sessir til samans í bretska undirhúsinum.
Kanningin er gjørd fyri blaðið The Guardian frá 2. til 4. juni. Nøkur hava svarað aftan á yvirgangsatsóknina leygarkvøldið.
Aðrar kanningar hava fyrr víst, at Konservativi flokkurin fór at fáa avgjørdan meiriluta.
Theresa May skrivaði út val í ótíð. Hon hevur sagt, at hon vil hava ein sterkan Konservativan flokk at samráðast um bretsku útmeldingina úr ES.
/ritzau/Reuters