Higartil hava tað verið tingfólk floksins, sum hava atkvøtt.
Síðani fyrst í august hava tey so við og við tynt út millum tey seks valevnini, og nú eru bert tvey eftir.
Talan er um fyrrverandi handilsmálaráðfrøuuna, Kemi Badenoch, sum er 44 ára gomul, og fyrrverandi útlendingamálaráðharrin, Robert Jenrick, sum er 42 ára gamal.
Nú er tað upp til limirnar í flokkinum at gera av, hvør skal royna at fáa flokkin aftur á stjórnarskrivstovurnar, sum tey konservativu taptu á katastrofala valinum hjá flokkinum í juli eftir 16 ár.
Úrslitið verður væntandi almannakunngjørt 2. november.
Ritzau/Reuters