Konservativ linja hóttir Fólkaflokkin í Havn

Fólkaflokkurin í Havn verður revsaður av bombastisku konservativu linjuni hjá J-bandanum í Fólkaflokkinum, heldur Jan Christiansen

Fólkaflokkurin í Havn verður revsaður av bombastisku konservativu linjuni hjá J-bandanum í Fólkaflokkinum, heldur Jan Christiansen

 

Jan Christiansen hevur umhugsað seg væl og virðiliga, áðrenn hann tók støðu til at stilla uppaftur til býráðsvalið í Havn fyri Fólkaflokkin.

 

– At hetta snýr seg um kommunalpolitikk í Havn ger tað so nógv lættari hjá mær at taka støðu. Tí eg má blankt viðganga, at eg havi ikki verið samdur við landspolitikkin hjá Fólkaflokkinum, sum hevur verið alt ov bombastiskur og betongkendur, sigur Jan Christiansen.

 

– Tað er hesin alt ov konservativi politikkurin, sum hevur gjørt, at Fólkaflokkurin er so veikur í Havn. Tann harða kjarnan hevur vunnið ræðið í Fólkaflokkinum, og tað er spell, heldur Jan Christiansen.

 

Hann harmast um, at menn sum Rodmund Nielsen, Heðin Zachariasen, Bjarni Djurholm, Hanus Samró og Janus Rein eru burtur úr flokkinum, meðan tann sokallaði »J-bandin« (tað eru Jørgen Niclansen, Jacob Vestergaard, Jákup Mikkelsen, Jógvan á Lakjuni – og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur) hava alt valdið.

 

– Tey eru ikki í hesari verð, og hetta má broytast, annars verða vit revsað her í Havn, sigur Jan Christiansen, sum leggur dent á, at hetta valið einans snýr seg um kommunalpolitikk, og at hann ikki vil identifiserast við konservativu linjuna hjá Fólkaflokkinum í landspolitikki.

 

Jan Christiansen er ikki so fegin um stýringina av Tórshavnar kommunu seinastu árini.

 

– Har eru tey farin alt ov lætt um pengarnar. Pengar streyma í kassan, men pengar streyma eisini úr kassanum. Skattaprosentið er eitt prosentstig hægri, enn tað var, tá Heðin Mortensen tók við, hóast tey hava lovað, at tað skuldi lækka aftur, eftir at tað varð hækka til at byggja Boðanesheimið, sigur Jan Christiansen.

 

Hann er eisini misnøgdur við, at kommunan aftur hevur upptikið lán, tí hon var skuldarfrí, tá sitandi leiðsla tók við, sigur hann.

 

– Vit skulu fokusera upp á búskapin. Nú hava Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi stýrt í 12 ár – seinastu fýra árini saman við Fólkaflokkinum. Men tá Javnaðarflokkurin hevur reinan meiriluta, so er tað ikki lætt hjá hinum flokkunum – uttan at minka um skaðan, sum Fólkaflokkurin hevur gjørt, heldur Jan Christiansen.

 

– Tað er so tað positiva við tí. Hevði Fólkaflokkurin ikki verið við, so hevði støðan verið nógv verri, heldur Jan Christiansen.

 

Fyrrverandi borgarstjórin hjá Fólkaflokkinum saknar, at eingin langtíðarætlan longur verður løgd.

 

– Tað verður bara arbeitt fram eftir fummum. Tey keypa bygingar og selja bygningar. So er tað ein musikkskúli, so er tað ikki ein musikkskúlini, so er tað ein langhylur ogso ein nýggjur skúli.

 

– Høvdu vit havt eina langtíðarætlan, har allar íløgurnar vórðu raðfestar, so var eingin trupulleiki at stýra, og so vistu øll, hvønn vegin tað bar – hóast kanska ikki so samd um, hvat skal raðfestat fremst, sigur hann.

 

Jan Christiansen kundi eisini hugsað sær størri opinleika í býráðnum. Hann heldur eitt nú, at postarlistarnir skuldu verið almennir.

 

– Tá fólk vita, at alt er alment, so gera tey sær eisini størri ómak, tá tey skriva til kommununa. Eg dugi ikki at síggja, at nakað skal vera at krógva í samskifti við kommununa, heldur hann.

 

Um samgongumøguleikarnar vil Jan Christiansen ikki so nógv – um hann skuldi verið valdur.

 

Hann vísir á, at sitandi borgarstjóri fær skuldina fyri alt tað ringa.

 

– Men hann hevur havt 12 fólk afturat sær. Hevur hann ov stórt vald, so er tað tí, at hann ikki fær kvalifiserað mótspæl. Tað nyttar einki bara at seta seg grenja sum Tjóðveldi ger, sigur hann.

 

Jan Christiansen heldur, at valdið er gingið borgarstjóranum til høvdið.

 

– Heðin Mortensen er í miðlunum fleiri ferðir um dagin. Vit síggja hann nógv oftari enn løgmann ella forsetan í USA. Hann minnir meg mest um Kim Jong Un í Norðurkorea, tá hann fer út í býin við kommunalt betaltum fotografi í hølunum á sær, sigur Jan Christiansen, sum rættiliga er komin í valhýr, nú Fólkaflokkurin í Havn er um at verða liðugur við valevnislistan til býráðsvalið og hevur almannakunngjørt 13 tey fyrstu nøvnini.