G!Festival
Tað var ein sera fryntligt og blíð Beth Hart, ið tók ímóti fjølmiðlunum í túninum uttanfyri húsini mitt í Syðrugøtu, ið onkur hevði latið til backstagehøli. Amerikanska songkvinnan við tí stóru røddini viðgekk, at hon var heldur fjálturstungin fyri at hitta fjølmiðlarnar og segði, at hetta var nakað av tí, ið henni dámdi verst við tónleikaídnaðinum.
Hetta breyt mestsum ísin, og restin av tíðindafundinum, gjørdist eitt slag av hugnaligum túnatosi, har hon spurdi eins nógv okkum tíðindafólk um ymiskt, sum vit spurdu hana. Sjálvt tá hennara pressutalsmaður endaði fundin, helt Beth Hart fram við at spyrja um ymiskt, hendurnar, ið ristust heldur nógv í byrjanini av fundinum, vóru nú heilt róligar, og tað tyktist sum um, Beth Hart hevði funnið frið við føroyska tíðindaheimin. Meðan henni vanliga ikki dámdi tíðindafundir, so vóru konsertir harafturímóti tað, ið henni dámdi allar best. Konsertir er tað einasta erliga, ið er eftir í tónleikaídnaðinum, tá eg fari í upptøkuhølið, kann eg spæla okkurt umaftur og umaftur, til tað situr heilt rætt, hetta er fínt, einki galið við tí. Men tá eg spæli konsertir, so fær fólk tað, sum tað er. Onkuntíð er tað gott, onkuntíð ræðandi, onkuntíð ræðuligt og onkuntíð undurfult, men tað er altíð erligt. greiddi Beth Hart frá.
Beth Hart segði, at hóast hon hevur ferðast kring allan heim, so hevur hon ongantíð vitja eitt stað sum Føroyar, so grønt, klettarnir og tann nógvi seyðurin, eitt tílíkt stað hevði hon ongantíð sætt áður.
Hon greiddi frá, at henni dámdi so serliga væl at spæla á festivalum. Har er møguleiki, at hoyra so nógvan ymiskan tónleik, og hitta so nógv ymisk fólk. Eitt nú vóru konsertirnar við Animal Alpha og Kaizers Orchestra góðar, helt hon. Aftan á konsertina við Animal Alpha hevði Beth Hart kent seg sum ein veruligan fjeppara, tá hon hevði bønað Agnetu Kjølsrud songkvinnuna í bólkinum um at koma til USA og vísa fólki, hvussu tað skal gerast.
Beth Hart er eitt munandi størri navn í norðurlondum enn hon er í heimlandinum, vit spurdu hana, um hon hevur hóming av hví so er? Hetta visti hon ikki, og helt tað vera trupult at siga ella spáa um, hvat riggar í hvørjum landi og hví, men helt, at her var møguliga bert talan um hepni.










