Konsertferðin hjá Marius Ziska gekk væl

Føroyski tónleikabólkurin Marius Ziska er júst afturkomin av konsertferð í Danmark, sum gekk sera væl

Konsertferðin byrjaði 31. januar í Huset í Aalborg og endaði á Nordatlantens Brygge í Keypmannahavn 15. februar. Tá hevði bólkurin spælt á seks ymiskum spælistøðum, og einum festivali.      

Donsku bløðini nýttu stór orð, tá tey kunngjørdu konsertirnar hjá Marius Ziska. M.a. skrivaði tað eina norðurjútska blaðið:

“Musikken har en klart melankolsk grundtone med utroligt smukke melodier og brusende instrumenteringer fra det virkeligt velspillende og sammentømrede band...” (lokalavisenfrederikshavn.dk)

Og orðini eru ikki minni smikrandi, sum bólkurin fær frá ummælarunum, sum hava verið á konsert. Tónleikaummælarin hjá Pressefotos.dk skrivaði aftaná konsertina hjá Marius Ziska í Turbinen í Randers:

“...denne gang stillede den sympatiske færing op med et fremragende fem mands-band som backing, og det gjorde fornøjelsen komplet. Den mand har en fantastisk stemme. Han skriver smukke og følelsesladede sange, og med band lægger han et par velvalgte rockdimensioner til sin luftige folkagtige stil - det klæder sangene.” (Pressefotos.dk)

##med2##

17. januar 2020 gav Marius Ziska út staklagið “Falli til jarðar”, ið hevur verið nógv at hoyra í føroyskum útvarpi hesar seinastu vikurnar. Afturkomin av konsertferð er Marius Ziska nú aftur farin í skrivimode, og ætlanin er at næsta staklagið kemur út um nakrar mánaðir.