Konsertfelagið skipar fyri tónleikatiltøkum

Leygarkvøldið skipaði felagið fyri heiðurskonsert fyri Eivindi Mohr, listamanni, sum doyði fyrr í ár

Tónleikur

Konsertfelagið er nú farið undir virksárið 2005/ 2006.
Fyrsta tiltakið hjá felagnum er vitjanin av Elisabeth Westenholz og Toke Lund Christiansen, sum bæði eru danir og leika ávikavist á klaver og floytu.
Leygarkvøldið skipaði Konsertfelagið fyri væleydnaðari heiðurskonsert fyri Eivindi Mohr, listamanni, har Elisabeth og Toke syrgdu fyri tónleikinum.
Við løtuna greiddi Elisabeth, sum kendi Eivind persónliga, frá manninum, hon ynskti at heiðra, og eftir konsertina hittust fólk í móttøkuhúsunum hjá Tórshavnar kommunu.

Masterskeið
Í sambandi við donsku vitjanina, hevur eisini verið skipað fyri sonevndum masterskeiðum fyri næmingum, og seinnapartin sunnudagin var konsert í Læraraskúlahøllini við næmingum, sum hava verið á hesum skeiðum.
Í kvøld, mikukvøldið, verða Elisabeth og Toke aftur at hoyra í Læraraskúlahøllini, og hendan konsertin byrjar klokkan 19.30.