Konsert við manskóri úr Noregi 17. mai

Í sambandi við tjóðardag Noregs hevur norska manskórið Olavs Menn konsert saman við Tórshavnar manskóri í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 17. mai, kl. 15.

Olavs Menn varð stovnað í 2008 í sambandi við operuna Thora á norsku operuni í Oslo. Í kórinum eru 25 sangarar - allir úr Trøndelag, og hevur kórið síðani stovnanina verið undir leiðslu av Harald Bjørkøy og nú Lars Eggen. Á konsertini fer kórið at syngja bæði norskar og føroyskar sangir - eisini Ólav Tryggvason.

Tórshavnar manskór, sum skjótt hevur 40 ár á baki, verður eisini við á konsertini. Í kórinum eru í dag omanfyri 70 sangarar undir leiðslu av Jón Festirstein.

Konsertin er ókeypis.