Konsert við Karlakór Kópavogs og 17 Sangarum

Hóast KÍ leikti av lívsins kreftum í gjár, so møtti væl av fólki til konsert í Skúlanum við Ósánna.

Karlakór Kópavogs hevði navnframa Gardar Kortes, sum kórleiðara. Hann er kendur í sang- og tónleikaheiminum í Íslandi, eisini í Føroyum og er leiðari á sangskúla í Íslandi. Eitt nú hevur Eivør Pálsdóttir gingið á sangskúla hjá Gardar Kortes.

Eitt gott kór, sum sang væl og var serliga gott í styrkisbroytingunum. Teir sungu fleiri kendar útlendskar og sjálvandi kendar og góðar íslendska sangir.

17 Sangarar sungu fleiri kendar føroyskar sangir og løgdu so upp til samstarv, hóast tað ikki hevði verið vant til endamálið. Bæði kórini sungu íslendska sangin, Nú birtist mær í dreymi. Skipað sum dupultkór, har 17 Sangarar stóðu har frammi í høllini og Karlakór Kópavogs aftast.

Tá ið 17 Sangarar so endaðu við Fluguni, kundu menninir í vinarbýnum í Íslandi, Kópavogur, ikki halda sær og sungu við í íslendska partinum. Føroyska partin, sum Jógvan Høj hevur týtt, sungu 17 Sangarar einsamallir.

– Tað var einki at taka seg aftur í, at her hittust tveir fragir kórleiðarar, sum vóru errnir av hvør sínum kóri - tó at teir ikki hildu seg aftur í at rósa kórunum hjá hvørjum øðrum. Ein framúr góð og hugnalig løta við sangi á høgum støði, sigur Dávur Winther, sum var til konsertina.

Borgartjórin, Gunvá við Keldu handaði og fekk gávu frá Vinarbýarkórinum, Karlakór Kópavogs.

Myndirnar tók Dávur Winther