Konsert við Guðrið Hansdóttir við bólki í Atlantis

Konsertin við Guðrið Handsdóttir við bólki, sum verður í Atlantis í kvøld, verður send beinleiðis á alnetinum.

 

 

Higartil eru komnar tvær fløgur frá Guðrið Hansdóttir, og báðar hava verið nógv at hoyrt í loftmiðlum.

 

- Útgávan »Love Is Dead« frá 2007 vísti, at føroyskt sorgblídni við melodiskum altjóða framburði eisini hevur sítt pláss í lokala umhvørvinum, og tvey ár seinni var ein uppfylgjari longu tøkur, skrivar konsertfyrireikararnir í tíðindaskrivi.

 

The Sky Is Opening gjørdist eftir stuttari tíð ein av mest seldu føroysku fløguútgávunum í 2009. Hetta er heldur ikki uttan orsøk; sangirnir á fløguni eru væl skrivaðir, rávøran er á høgum støði og afturat hesum er útgávan ljóðblandað í legendarisku hølunum í Hansa Studios í Berlin.

 

Guðrið hevur við egnum sangtilfari vunnið sær viðurkenning frá eitt nú danska tíðarritinum Gaffa og afturat føroyingum hava eisini íslendingar, danir, norðmenn og týskarar havt vitjan av evnaríku songkvinnuni.

 

Í kvøld fer Guðrið Hansdóttir saman við bólki sínum á pall í mentanarhúsinum Atlantis. Konsertin byrjar kl.. 21.00 og til ber at fylgja við beinleiðis á netinum á http://www.myspace.com/gudridhansdottir