Fríggjakvøldið 7. apríl kl. 19.30 verður konsert í Glyvra kirkju við barnakórinum.
Á skránni eru sálmar, sangir og negro spirituals.
Sungið verður bæði uttan fylgispæl og saman við klaver-, orgul- og cellofylgispæli. Barnakórið, ið telur uml. 30 børn úr 1. 6. flokki, hevur ígjøgnum veturin vant eina ferð um vikuna í kirkjuni.
Eftir konsertina verður ein drekkamuður at fáa.