Konsert í Toyota í Klingrugarði

17 Sangarar og kvinnukórið SUÐ luttaka saman við Moniku Stauss Joensen, violin og Helgu Hilmarsdóttir Gerðalíð á klaver Í kvøld kl. 20 verður konsert í hølinum hjá Toyota í Klingrugarði, í Klaksvík. 17 Sangarar fara at framføra føroyskar sangir, talan verður bæði um nývandar sangir, men eisini gamlar kenningar. Kvinnukórið SUÐ fara eisini at syngja føroyskar sangir. Eisini við onkrum løttum klassiskum stykki og jazzi, har Pætur við Keldu hevur fylgispælið á klaver. Monika Stauss Joensen og Helga Hilmarsdóttir Gerðalíð fara at spæla lættan klassiskan tónleik á violin og klaver. Steinvør Fonn stjórnar SUÐ, og Jógvan við Keldu stjórnar 17 Sangarum. Atgongumerki fáast við dyrnar, og kosta tey 70 krónur.