Íslendski bólkurin Art Across Ensemble hevur skipað og lagt til rættis konsertina úr frá samrøðum við deyv, hoyriveik og fólk við vanligari hoyrn.
Bólkurin ferðast í Norðurlondum við konsertum og verkstovum, har fólk, ið duga væl teknmál og onnur áhugað á staðnum, kunnu luttaka og skapa list saman við listafólkunum. Endamálið er at kanna og seta spurnartekn við fordómar og við, hvat vit halda tónleik vera, og hvussu tónleikur skal upplivast, og - ikki at gloyma - eisini at seta teknmál á dagsskránna.
Konsertin er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding á nlh.fo