Konsert í fagrasta veðri

Ólavsøkukonsertin er byrjað, og fólk er farið at savnast í Vágsbotni. Veðrið er eisini av tí fagrasta, so tað er lag á manni. Crawling Blue og Jens Marni Hansen hava verið á palli, og nú í skýmingini eru tað the Ghost, sum spæla inntil klokkan verður 21.45.

 

Eisini Perlan er karmur um ein part av konsertini, og har koyrir Undirbeat inntil klokkan 04.

 

Rás2 sendir frá konsertini í Vágsbotni inntil midnátt.