29 ára gamli Raul Gonzalez fer úr Real Madrid í summar. Hóast spanski landsliðsáleyparin hevur sáttmála við felagið til 2010, so vil hann longu eftir hetta kappingarárið hava nýggjar avbjóðingar.
Nógv bendir á, at Raul heldur fram í Onglandi, har fleiri feløg sigast at kappast um undirskrift hansara.










