Kongsvinger og Julian á odda eftir fyrsta umfar

Fótbóltur: Kongsvinger, sum Julian Johnsson spælir við, vann 3-0 á Lillestrøm í fyrsta dystinum í norsku landskappingini, sum byrjaði mánadagin

Julian Johnsson og Kongsvinger fingu eina flúgvandi byrjan í norsku landskappingini, sum byrjaði mánadagin.

Á útivølli móti Lillestrøm eydnaðist tað framman fyri norska landsliðsvenjaranum Egil »Drillo« Olsen og 5.999 øðrum áskoðarum Kongsvinger at vinna 3-0, og liðið er nú á odda í bestu norsku deildini saman við Viking úr Stavanger eftir 1. umfar.

Julian spældi allan dystin á defensiva miðvøllinum og spældi væl.

Hæddarpunktið hjá føroyska landsliðsspælaranum í dystinum kom, tá hann við eini sending tvørtur um vøllin spældi Sven Erik Sætre leysan í vinstru síðu til triðja málið hjá Kongsvinger.

? Eg eri stak væl nøgdur við mítt egna avrik, sigur Julian.

? Tað hevði týdning fyri okkum at fáa eina góða byrjan, og tað hava vit fingið nú, sigur hann og dylur ikki fyri, at tað eisini hevði týdning fyri hann persónliga at koma væl frá sínum fyrsta landskappingardysti fyri nýggja felagið hjá sær.

Venjarin hjá KIL, Per Anders Sjøvold, var eisini væl nøgdur við føroyska miðvallaran hjá sær og við úrslitið av dystinum.

? Eg eri heilt greitt best nøgdur við spælið í fyrra hálvleiki. Tá áttu vit at havt eina størri leiðslu, enn vit høvdu. Vit høvdu fult tamarhald á allan dystin, og fyri meg var tað ikki óvæntað, at vit vunnu á Lillestrøm, segði Per Anders Sjøvold aftan á dystin.

Sum KIL-venjarin segði, var tað serliga í fyrra hálvleiki, at Kongsvinger hevði yvirvágina. Teir høvdu tveir stórar málmøguleikar fyrsta korterið, sum Andreas Alm og Vidar Evensen skoraðu uppá, og seinni í hálvleikinum økti Sven Erik Sætre við at skjóta bóltin millum beinini á svenska málmanninum hjá Lillestrøm eftir uppspæl frá Julian.

? Eitt frálíkt mál. Vit vunnu uppiborið og fingu váttað, at vit hava eitt sterkari lið, enn vit høvdu í fjør, segði Sætre.

? Vit hava fingið góðan styrk á miðjuni (Andreas Alm úr Hammarby og Julian Johnsson úr B36), og moralurin á liðnum er sera góður, segði málskjúttin.Í seinna hálvleiki tók KIL seg eitt sindur longur aftur á vøllin, og Lillestrøm kom meira við í spælið. Men tíverri fyri teir hvarv øll vónin hjá teimum, tá teirra besti spælari, áleyparin Mamadou Diallo, varð rikin av vøllinum eftir at hava fingið tvey gul kort.

Fyrrverandi norski landsliðsspælarin Arne Erlandsen, sum saman við einum øðrum fyrrverandi landsliðsspælara, Halvar Thoresen, er venjari hjá Lillestrøm, segði:

? Vit vóru bara ikki betri í dag. Soleiðis er lívsins harði veruleiki.


Disciplineraður fótbóltur

Julian Johnsson hevur nú verið í Kongsvinger í meir enn tríggjar mánaðir, sum hava gingið við at fyrireika seg til, at Tippeligaen skuldi byrja.

Liðið hevur verið á venjingarlegu á Kypros fyrr í ár, og fyrst í hesum mánaðinum gekk leiðin til Onglands fyri at fáa tað seinasta upp á pláss áðrenn kappingarbyrjanina.

Ætlanin var upprunaliga at spæla ímóti Nottingham Forest ella Manchester City, men tað varð av ongum, so í staðin spældi Kongsvinger móti 3. deildarliðnum Macclesfield og vann sannførandi. Á ferðini fingu spælararnir eisini høvi til at síggja Premier League-dystin millum Blackburn og Manchester United, sum United vann 3-1.

Tað hevur verið eitt sindur av einum umskifti hjá Julian at fara úr føroyskum til norskan fótbólt.

? Fótbólturin her yviri er sera disciplineraður, sigur Julian.

? Í Føroyum kundi eg renna nógv aftur og fram á vøllinum og fara við í álop, men her hava allir spælararnir meir ella minni bundnar uppgávur. Her hevur tú ikki so góða tíð og skal hugsa meir og skjótari. So skjótt tú hevur bóltin, eru eini tveir-tríggir mótspælarar rundan um beinanvegin, og ferðin er nógv hægri.

Kongsvinger spælir 4-5-1, og tað er ein spælistílur, sum krevur nógv av miðjuni. Endamálið hjá Kongsvinger við hesum spælistílinum er at geva mótstøðuliðnum so lítið pláss sum gjørligt til at fara í álop.

? Tá hitt liðið fer í álop í vinstru síðu, fer alt liðið hjá okkum móti vinstru síðu av vøllinum, og øvugt. Við hesum gera vit tað trongt hjá hinum liðnum, men tað krevur, at vit flyta okkum nógv, sigur Julian.

Ein spælistílur, sum hóskar væl til mannin, sum í Føroyum fyrst og fremst er kendur fyri at renna meir enn nakar annar á vøllinum. Í fjør var tað ov lætt hjá mótstøðuliðnum at renna ígjøgnum miðjuna hjá Kongsvinger, og tað hevur venjarin roynt at rætta upp á í ár, millum annað við at fáa Julian Johnsson til Noregs, har hann mánadagin vísti seg at vera ein góður styrkur hjá liðnum í mun til í fjør.

Næsta umfar í Tippeligaen verður komandi sunnudag. Tá skal Kongsvinger á heimavølli spæla móti Brann úr Bergen, sum á heimavølli tapti 0-1 móti Moss mánadagin.