Sum skilst, er almenningurin nú umsíðir sloppin at síggja nýggjar myndir av kongaligu tvíburunum. Einki hevur verið at sæð til teir alment, síðan krúnprinsessa Mary saman við tvíburunum varð útskrivað av sjúkrahúsinum hin 14. januar í ár.
Men í gjárkvøldið vórðu seks almennar myndir av hesum smáu ? kongaligu ? vístar almenninginum.
Lítli prinsurin og prinsessan vórðu fødd hin 8. januar, prinsurin klokkan 10.30 ? og prinsessan klokkan 10.56.
Børnini vigaðu 2674 og 2554 gram, og longin var ávikavist 47 og 46 sentimetrar.
Enn veit eingin, hvussu børnini fara at eita, men dópur verður í Holmens kirkju hósdagin hin 14. apríl klokkan 15.30.