Í dag vóru bara knappliga 30 tons á uppboðnum hjá Fiskamarknaðinum. Ein lítil triðingur var havtaska, sum fór fyri millum 36 og 37 krónur í meðal fyri kilo.
Knappliga átta tons vóru av hýsu. Tað mesta var hýsa II og III, sum fingu ávikavist 11,04 krónur og 9,93 krónur í meðal fyri kilo. Umleið fimm tons vóru av toski, mest toskur III og IV. Toskur III fór fyri 15,05 krónur og toskur IV fyri 12,29 krónur í meðal.
Prísurin á kongafiski var sera góður í dag. Nøgdin var lítil, knappliga eitt tons, og nógv tað mesta fór fyri 19,40 krónur fyri kilo.
Tilsamans seldi Fiskamarknaðurin smá 30 tons fyri 577.000 krónur í dag.