Kongabrúgvin í 1928 og 2005

Her eru tvær myndir, sum eru tiknar á Kongabrúnni í Havn, onnur í 1928 og hin í 2005. Sum tað sæst, eru stórar broytingar farnar fram hesi 77 árini. Á ovaru myndini er arbeiðið við grótlaðingini niðri á Ósanum um at vera liðugt.

Tann 22. mai 1929 kundu bilar á fyrsta sinni koyra millum Hotel Djurhuus og Handilsforeingingina (í dag Café Natúr). Húsini til vinstru á ovaru myndini eru Ísaksstova, sum varð tikin niður í 1928.


Hini neystini, ella stovurnar sum stóðu út eftir H.C. Müllersgøtu, hvurvu í 1929 og 1930. Húsini hjá Carl á Lag »Grøna pakkhús« sum tey vórðu nevnd og sum stóðu framman fyri Handilsforeiningina vórðu niðurtikin í 1969.


Sum tað sæst á niðaru myndini, eru nakrar broytingar farnar fram. Har sum tey gomlu húsini út eftir H.C. Müllersgøtu stóðu, blivu í 1930 og 1931 bygd størri og samanhangandi hús ístaðin, og í 1929 verður ein hædd bygd omaná Nólsoyarstovu.


Á niðaru myndini sæst eisini, at tey gomlu handilshúsini hjá C.C. Johansen (í dag íslendska konsulátið) og gamla Hotel Djurhuus standa so gott sum óbroytt.


Bilarnir krevja sítt pláss, sum tað framgongur á niðaru myndini, har munandi meira av koyrivegi er enn á tí ovaru.