Konflikt áðrenn hvala­veiðu­fund má ruddast av vegnum

Edmund Joensen, fólkatingsmaður
-----
Hópin av mótstríðandi áhuga­málum koma undan kavi nú upp undir 64. fundin í Altjóða Hvala­veiðunevndini (IWC - International Whaling Commission) í Panama City 2. - 6. juli 2012.
Hópin av mótstríðandi áhugamálum koma undan kavi nú upp undir 64. fundin í Altjóða Hvalaveiðunevndini (IWC - International Whaling Commission) í Panama City 2. - 6. juli 2012.
Fokus hjá Landsstýrinum er sett í leiðbeining til donsku stjórnina: IWC skal hald­ast frá at regulera smá­hvala­veiðu, og rætturin til burð­ardygga hvalaveiðu sambært havrættinum skal virðast.
Danska stjórnin, ið um­boðar Føroyar og Grønland í IWC, er tó undir trýsti frá fleiri síðum.
Føroyar og Grønland hava síni áhugamál. ES hevur í felags hvalaveiðupolitikki sín­um sum heild friðing av hvali. Fleiri umhvørvisfelagsskapir - eitt nú Greenpeace og WWF - trýsta á fyri at ávirka hvalaveiðupolitikkin og vilja hava talu­rætt í IWC. Eis­ini arbeiða politiskar kreftir í Dan­­mark fyri hvala­veiðu­banni.
Semja má fáast um hvala­­­veiðupolitikkin í Rík­in­u­m, og stjórnin eigur at fylgja leið­beiningini úr Før­­oy­um og Grønlandi. Tað er gleði­ligt, at stjórnin heldur seg burt­ur frá felags hvala­­veiðu­­poli­tikkinum hjá ES, ið stríðir ímóti før­oyskum og grøn­lendskum áhuga­málum.
Tann 12. juni verður sam­ráð við Villy Søvndal, uttan­ríkis­ráðharra, í umhvørvisnevnd Fólkatin­g­sins. Tá skal sam­ráðingarlinjan hjá donsku stjórnini til ársfundin í IWC umrøðast, og samráð­ingar­mandat skal latast stjórnini.
Óvist er, hvussu reyða stjórnin hjá Helle Thorn­ing-Schmidt ætlar at reka hvala­veiðupolitikk. Hin­vegin er greitt, at í stjórnarflokkinum Socialistisk Folkeparti eru sterkar kreftir, ið virka fyri at friða hval. Føroysk og grøn­­lendsk fólkatingsumboð mugu arbeiða fyri, at stjórn­in fylgir føroysku og grøn­lendsku leiðbeiningini.
Áður hava vit sæð, at ein uttanríkisráðharri gekk egnar leiðir uttan um Før­oyar og Grønland. Tað má ikki endurtaka seg.
Sambandsflokkurin á Christiansborg vil, at Dan­mark heldur seg til hesar megin­­reglur:
• Rætturin til burðardygga hvalaveiðu sambært hav­rættinum skal virðast
• IWC eigur ikki at hava sum høvuðsmál at friða hval, men heldur gerast eitt forum, ið tryggjar burð­ardygga hvalaveiðu
• IWC skal ikki umsita smá­hvalaveiðu
• Grønland skal hava eina kvotu, ið tryggjar land­inum rætt til hvalaveiðu
• Umhvørvisfelagsskapir skulu ikki hava talurætt á IWC-fundum
• Ljós má varpast á at steðga dálking av heims­høvunum, ið er størsta hóttan móti hvali.