Konan verjir Radamel Falcao

Lorelei Taron finnur seg ikki í, at høvuðsvenjarin sigur maðurin einki orkar

Ikko so sjáldan geva konurnar hjá fótbóltsspælum ilt frá sær, og nú er tað konan hjá kolumbianska framherjanum hjá Manchester United, Radamel Falcao, ið gevur ilt frá sær.

 

Lorelei Taron vil ikki finna seg í, at høvuðsvenjarin hjá Manchester United, Louis van Gaal heldur fast við, at maður hennara Radamel Falcao bert orkar at spæla 20 minuttir av einum Premier League dysti. 

 

Á Instragram, sum er ein annar sosialur miðil. eins og Facebook, slær Lorelei Taron fast á sínari vangamynd, at maður hennara er 100 prosent væl fyri, og til reiðar at geva alt hann eigur í sær. Og svarar soleiðis alment aftur uppá kritikkin, sum van Gaal hevur givið Radamel Falcao. 

 

Radamel Falcao er útleigaður frá Monaco fram til summarið í 2015, og hevur ikki havt eina góða gongd higartil við bert einum máli í sjey dystum. Hann er bert byrjaður inni í trimum dystum higartil. Enskir miðlar vænta ikki, at Manchester United fer at leingja leigusáttmálan.