Allir fýra, sum vóru fyri í Føroya Rætti hósdagin, vóru menn, sum eru fluttir til Danmarkar, síðani teir vóru tiknir
Tað vóru ikki tær heilt stóru brotsgerðirnar, ið tveir av teimum ákærdu høvdu framt.
Annar - ein 41 ára gamal maður - hevði plantað sær tríggjar plantur, sum hann, sambært egnum útsagni ætlaði at nýta sjálvur.
Hann hevði búð saman við familjuni, men tá bróðurin gjørdist pápi var avrátt, at hann skuldi fara út í innrættaða bilskúrin at húsast.
Sum so mangir av hinum ákærdu segði maðurin, at hann ætlaði at dyrka sítt egna hassj tí tað var so ógvuliga dýrt at keypa í Føroyum.
Hann hevði eisini gjørt alt sjálvur í einum rúmi omanfyri bilskúrin.
Hann segði seg hava havt eina rúgvu av fræum, sum hann hevði arvað eftir onkrum, sum ikki hevði hug at dyrka hassj meira.
Men planturnar vóru komnar so stutt, at tað var ikki til at siga, um talan var um hann- ella honplantur.
Ein annar 34 ára gamal maður stóð ákærdur fyri at hava dyrkað níggju plantur, men hesin segði, at talan bert var um seks, tí tær tríggjar, sum vóru »heystaðar«, vóru hannplantur, og tí bert skuldu tveitast burtur.
Eisini hesin ákærdi hevði gjørt alt sjálvur, og hann hevði keypt alt tilfar umvegis internetið, eisini fræini.
Her hevði ákæruvaldið umroknað planturnar til 19,1 gramm av hassj, og tað svaraði til 172 gramm. Íroknað hetta vóru tó eisini tær tríggjar planturnar, sum vóru hannplantur.
Orsøkin til, at hesin ákærdi vildi dyrka sinar egnu plantur var, at hann hevði hug at spara tær 250 krónurnar, ið eitt gramm av hassji kostar á føroyska marknaðinum.
Hesir báðir søgdu seg vilja vera til staðar til restina av sakarmálunum móti teimum.