Kommunuvalið verður 10. november

Hesa ferð vera kommunuvalið í Føroyum og forsetavalið í USA ikki sama dag

Í fjør vóru fólkatingsval og løgtingsval. Fólkatingsvalið var mikudagin 5. juni, og løgtingsvalið var leygardagin 31. august.

Tað er greitt, at í hvussu so er eitt val verður í ár. Tað var kommunuval týsdagin 8. november í 2016, og harvið verður tað kommunuval seinni í ár.

Í kommunuvallógini stendur í grein 2, Stk 3, at regluligt val fer fram annan týsdag í november. Í ár verður annar týsdagur í november tann 10. november, tá ið tað sambært kommunuvallógini verður kommunuval.

Fyri fýra árum síðani var forsetaval og val til kongressina í USA sama dag, sum tað var kommunuval í Føroyum. Soleiðis verður tað ikki í ár. Amerikanska grundlógin sigur, at tað er val fyrsta týsdag eftir fyrsta mánadag í november. Í ár er fyrsti mánadagur í november 2. november. Tí verður forsetavalið týsdagin 3. november.

Fyri fýra árum síðani var 1. november týsdagur. Tí var valið í USA 8. november ella fyrsta týsdagin eftir fyrsta mánadagin í november. Hetta var annar týsdagur í november, og tí var tað eisini kommunuval í Føroyum 8. november.

Í ár er annar týsdagur í november ikki sami dagur sum fyrsti týsdagur eftir fyrsta mánadag í november. Tí verður valið í USA týsdagin 3. november og kommunuvalið í Føroyum týsdagin 10. november.