Tað er nú endaliga greitt, at kommunuvalið verður týsdagin 21. november.
Løgtingið samtykti endaliga fríggjadagin uppskotið broyting í lógini um kommunuval og í gjár lýsti løgmaður formliga, at kommunuvalið verður 21. november.
Løgmaður ger eisini vart við, at valevnislistarnir skulu latast valnevndarformanninum í avvarandi kommunu ella kommununi, og skal hetta í seinsta lagi verða gjørt týsdagin 31. oktober klokkan 18.