Kommunustjóri skal halda skil á

Leygardagin fer 33 ára gamli Jóhan Hendrik Ellefsen úr Miðvági at døma steypafinaluna millum Víking og HB

Tað verður Jóhan Hendrik Ellefsen úr Miðvági, sum verður dómari í finaluni um løgmanssteypið, sum verður leygardagin. Finalan verður millum Víking og HB, og Jóhan Hendrik fer at bríksla fyri fyrstu ferð klokkan 16.00.

Borgarliga starvið hjá Jóhan Hendrik Ellefsen er at vera kommunustjóri í Vága kommunu, og í frítíðini er hann m. a. fótbóltsdómari.

– Hetta er størsti dysturin á árinum, so tað er einki at ivast í, at eg eri spentur til uppgávuna, men samstundis eri eg eisini eyðmjúkur um møguleikan, sigur Jóhan Hendrik Ellefsen við heimasíðuna hjá FSF.

Hjálpardómarar vera Andrew Christiansen og Jan Andersen, og Rúni Gaardbo verður fjórði dómari. Jón Kári í Brekkuni verður dómaraeygleiðari.

Sambært faroesoccer.com dømdi Jóhan Hendrik Ellefsen fyri fyrstu ferð í 2005, ella tá ið hann var 18 ára gamal. Tað var í bestu kvinnudeildini millum FS Vágar 2004 og EB/Streym.

Í 2017 dømdi Jóhan Hendrik Ellefsen fyri fyrstu ferð í Betri deildini, og síðani 2018 hevur hann talst millum teir, sum regluliga døma í bestu deildini. Í farna kappingarári dømdi hann 16 landskappingardystir í fremstu røð.