Skal Kommunuskúlin í miðbýnum í Havn verða framtíðar Tjóðpallur og musikkskúli?
Tað er ein spurningur, sum verður kannaður í løtuni.
Mentamálaráðið hevur nevniliga sett seg í samband við Tórshavnar Kommunu við tí fyri eyga at fáa eitt samstarv í lag um Kommunuskúlan.
Trýst er á samgongna at útvega fígging til ein Tjóðpall og samstundis hevur Tórshavnar Býráð arbeitt leingi við eini ætlan um at byggja ein nýggja musikkskúla.
Og nú er hugskotið sprottið í Mentamálaráðnum um at smelta hesar báðar ætlanirnar saman í eina, og at brúka Kommunuskúlan í miðbýnum til endamálið.
- Mentamálaráðið hevur spurt seg fyri hjá okkum, um áhugi er í Tórshavnar Kommunu at ganga saman í samstarv um at byggja ætlaða tjóðpallin og ætlaða musikkskúlan saman, og at brúka Kommunuskúlan til endamálið, sigur Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar Býráð.
Annars hevur Tórshavnar Býráð staðsett ein nýggja musikkskúla uppi við Norðurlandahúsið í Sortudíki og ætlanin er at fara undir ætlanina í næstum.
Forkvinnan í mentanarnevndini sigur, at Býráðið hevur ikki víst tankanum frá sær og umsitingin hjá býráðnum er nú farin at kanna, hvørjir fyrimunir og vansar eru við hesum.
Men hon leggur stóran dent á, at hetta skal í øllum førum ikki seinka ætlanini at byggja nýggjan musikkskúla.
- Sama, hvør niðurstøðan í Býráðnum verður, er tað púra greitt, at tað skal undir ongum umstøðum seinka ætlanini hjá okkum at útvega musikkskúlanum nýggj høli, tí tað er ein ætlan, sum farast skal undir nú, sigur Helena Dam á Neystabø.
Ein annar býráðslimur, Jógvan Arge mælir býráðnum frá at fara í eitt samstarv við mentamálaráðið, men at halda fast um upprunaligu ætlanina at byggja musikkskúlan í Sortudíki.
Hann ivast ikki í, at skulu musikkskúlin og tjóðpallurin byggjast saman, ivast hann ikki í, at musikkskúlin verður skotin langt fram í tíðina.
Hann sigur rætt og slætt, at hann trýr ikki fyri eitt fimmoyra upp á eitt samstarv við landsstýrið um felags høli.
Hann heldur, at Venjingarskúlin er eitt ræðandi dømi um, hvussu illa tað samstarvið gongur, har eru tað næmingar sum bøta so dyggiliga fyri, at tað ikki eydnast at finna stevið ímillum mentamálaráðið og kommununa um at halda og dagføra skúlan.