Kommunuskattur og barnafrádráttur

Í fleiri ár hevur kommunuskatturin í Havnar kommunu verið 19%, kirkjuskatturin 0,25% og barnafrádrátturin 3.0 krónur.

Gunnar Mohr

valevni til Tórshavnar býráð



Viðvíkjandi kommunuskattaprosentinum er at siga, at 26 av 48 kommunum hava lægri prosent enn Havnar kommuna. T.d. eru tíggju kommunur við 16% og aðrar tíggju við 17 ella 18 %.

Hinvegin eru 11 kommunur við hægri kirkjuskatti enn tey 0,25 prosentini, ið Havnar kommuna krevur.

(Kollafjarðar kommuna, 0,4%)

Hyggja vit so eftir barnafrádráttinum, síggja vit, at 6. hvør kommuna hevur størri barnafrádrátt enn Havnar kommuna.


Eingi ivi um, at komandi býráð, má taka stig til at fremja neðugar broytingar í skattaprosentinum og barnafrádráttinum longu í 2001.

Ein hóskandi broyting kundi sæð soleiðis út :

Kommunuskatturin

18%

Kirkjuskatturin

0,4%

Barnafrádrátturin 4000 ella 5000 krónur.

Alt er ein hjálp! Hjá foreldrum við børnum verður ein slík lækking í skattinum og hækking av barnafrádráttinum góð hjálp í tí dagliga húsarhaldinum.

Sunnur politikkur í sunnum býi.